FAQ
Ofta settir spurningar verða svaraðir
1.
Hvussu fær man veggin tættan innanfyri flísarnar í brúsuni ?
Tá id flísar skulu leggjast á gólv og uppá vegg í brúsu, skal smyrjast ein sokallad membran innanfyri, sum gerð at veggurin verður 100% vatntættur.
Tað kann t.d. verða VS30 frá LIP sum vit selja ella okkurt annað merkið.
Her eru tygum annars altíð vælkomin at venda tygum til okkum um ráðgeving.
2.
Hvat er munurin á veggjaflísum og gólvflísum ?
Munurin á veggjaflísum og gólvflísum liggur í styrkini á flísunum.
Veggjaflísar eru ov veikar at leggja á gólv, meðan gólvflísar saktans kunnu límast uppá veggin.
Flísar verða eisini deildar upp í brenningar, her hava vit einkultbrendar, dupultbrendar, postalínsflísar osv.
3.
Hvussu stór skal fugan verða ?
Tað er ógvuliga ymiskt hvussu stóra fugu ein ynskir sær og er hetta ofta ein spurningur um at summar flísar t.d. rustikkar flísar ofta rigga væl við stórari fugu og tær minimalistisku rigga oftani best við lítlari fugu.
Men er hetta hóast alt ein spurningur um “smag og behag”.
4.
Hvørja farvu kann fugan hava ?
Her er rættiliga nógvir litir at velja ímillum, sum eisini kunnu síggjast her, men mest vanligt eru ymiskir gráir litir, svart ella hvítt.
5.
Hvørja stødd av flísum skal eg velja ?
Her eru nógvar at velja ímillum og ráðgeva vit fegin um hetta. Tær mest vanligu støddirnar eru 10x10, 20x20, 30x30, 30x60 ella 40x40 cm.
Til størri rúm kann man gott fáa størri flísar, sum t.d. 45x45, 50x50, 60x60 ella 120x120 cm.
6.
Kunnu flísar leggjast á trappu og tún ?
Ja, tað ber væl til, men her er umráðandi at spyrja seg væl fyri um tær røttu flísarnar, sum bæði tola frost og eru “skridsikrar”, umframt at undirlagi er tað rætta.
Her ráðgeva vit fegin.