FLÍSAN

Landsins størsta úrval av flísum.
Søla til privat, handlar og byggivinnuna.


Samband

Hoydalsvegur 6, Tórshavn
TELEFON
+298 - 318098
+298 - 218097
TELDUPOSTUR
flisan@flisan.fo

Um okkum

 

Dygdargóða tænastu !

um okkum

Alt innan flísar

FLÍSAN hevur landsins størsta úrval av flísum í framsýningarhølunum á Hoydalsvegur 6 og selja til privat, handlar og byggivinnuna. Vit útvega til sethús, stovnar og vinnuna.

Okkara høvuðsmál er at seta nøgdsemi kundans í fremstu røð, soleiðis at vit kunnu spegla okkum í hesum.

 

image Flísan

 

 

um okkum

Flísan hevur sín uppruna afturi í 70-80 árunum í fyrst Tórshavn og seinni Argjum. Í 2008 keypti núverandi eigari Jónsvein Mortensen handilin frá Onnu á Argjaboða.

Persónliga tænastu

Høvuðsendamálið hjá Flísan er og hevur altíð verið at selja flísar og tað sum hartil hoyrir til bæði privat viðskiftafólk og byggivinnuna.

Áherðsla verður altíð løgd í at veita viðskiftafólkinum eina dygdargóða og persónliga tænastu, har tað altíð er sera tíðningarmikið at vøran sum seld verður, er fyrstafloks.

Heilt frá byrjan av, hevur Flísan eisini selt lím, fugu, silikon o.a. frá LIP og MIRA í Danmark.

Stórt vøruúrvæl

Tey seinastu 5 árini hevur langt størsti parturin av vørunum verði flísar frá stóra italiensku flísaverksmiðuni IMOLA sum liggur í norður Italia.

Hendan verksmiðjan hevur líka síðani 1874 frammleitt flísar og er í dag næst størsta flísaverksmiðjan í Italia.

Gjøgnum IMOLA hevur Flísan atgongd til eitt vøruúrvæl sum eingin annar í Føroyum hevur.

 

Les okkara cookiepolitikkur.

 

COOKIE
Les leigusáttmála amboð her.

 

LEIGUTREYTIR
Les okkara keypstreytir her.

 

KEYPSTREYTIR

 

hjálp ?

Hevur tú tørv á hjálp at seta upp flísar?
Spyr okkum um múrarar og múrarameistarar.

 

SPYR OKKUM