FLÍSAN
Landsins størsta úrval av flísum.
Søla til privat, handlar og byggivinnuna.
Samband
Tilhoyr til flísaarbeiði
Flísan útvegar alt tilhoyr sum skal brúkast til flísaarbeiði.
Møguleiki er fyri at leiga sag/skerara.
BINDARI
Bindari verður nýttur fyri at tryggja hefti við undirlagi áðrenn líma verður ella membran løgd á.
STOYPING
Beton av ymiskum slag til smáar umvælingar ella fyrireiking til flísalegging, herímillum eisini skjóttornandi
SPARTIL
Spartil av ymiskum slag, bæði til flótandi útjavning og uppbygging av gólvi, umframt umvæling av veggi innan- og uttandura.
VATNTETTING
Membran verður smurd á gólv og vegg fyri at tetta ímóti lekum í vátrúmum áðrenn flísalegging.
FLÍSALÍM
Nógv ymisk sløg av flísalími finnast, bæði til innan- og uttandura, eins og skjótttornandi, har fugast kann sama dag.
FUGA
Fleiri ymisk sløg av fugu eru til, bæði grovkornut og fín, eisini nógvar ymiskar farvur umframt silikon í enn og fleiri farvum.
VIÐGERÐ
Tað finnast nógv ymisk vaski-, reinsi- og viðgerðarevni av ymiskum slag til ymiskar flísar. Vit ráðgeva fegin um nýtsluna av hesum.